Artwork

内容由Kringvarp Føroya提供。所有播客内容(包括剧集、图形和播客描述)均由 Kringvarp Føroya 或其播客平台合作伙伴直接上传和提供。如果您认为有人在未经您许可的情况下使用您的受版权保护的作品,您可以按照此处概述的流程进行操作https://zh.player.fm/legal
Player FM -播客应用
使用Player FM应用程序离线!

Við Tórði á túri við tveimum aldargomlum systkjum

50:24
 
分享
 
Manage episode 446235004 series 1075262
内容由Kringvarp Føroya提供。所有播客内容(包括剧集、图形和播客描述)均由 Kringvarp Føroya 或其播客平台合作伙伴直接上传和提供。如果您认为有人在未经您许可的情况下使用您的受版权保护的作品,您可以按照此处概述的流程进行操作https://zh.player.fm/legal
Systkini Myrtley Helgason og Jens Pétursson, sum eru ættað av Nesi í Vági, eru nú 100 og 102 ára gomul og trívast væl í hvør sínari eldraíbúð á Vidatorgi í Reykjavík.Har búgva tey hurð um hurð. Bæði hava búð í Íslandi síðani fjørutiárini. Upprunaliga eftirnavnið hjá teimum er Splidt. Myrtley spælir bingo tá útvarpsverturin kemur á Vidatorg at hitta systkini. Fríggjadagur er og bingospæl er har hvønn fríggjadag og tá er Myrtley fastur fúsur. Vidatorg mitt í Reykjavík er fleiri blokkar við íbúðum fyri eldri fólk,sum skulu klára seg sjálvi og her eru nógvir ymiskir aktivitetir fyri tey eldru, sum búgva her og í økinum uttanum. Beiggin Jens Pétursson fór til Íslads undir seinna heimsbardaga og búði tey fyrstu árini á Akureyri. Seinni flutti hann til Reykjavíkar saman við familjuni. Konan Maja var úr Hovi og hon andaðist í 2007. Tey eiga fýra børn. Dóttirin býr í Íslandi og teir tríggir synirnir búgva allir í Føroyum. Ein býr í Hovi og hinir báðir á Tvøroyri. Jens er væl kendur í sambandi við Sjómansheimið Ørkina, har hann hevur verið stýrisformaður og stýrislimur, og Myrtley fyri arbeiðið í Sjómanskvinnuringinum. Myrtley, sum fylti 100 ár 15. august, kom til Reykjavíkar í 1947. Tá vóru boð eftir føroyingum at koma til Íslands at arbeiða. Í 1962 giftist hon við Thorstein Helgason av Ísafirði, vanliga róptur Steine. Hann doyði í 2011. Tey eiga eina dóttir og hon býr í Danmark, og eftirkomararnir hjá henni búgva í Danmark og Svøríki. Summi í blokkinum eiga íbúðina og onnur leiga. Myrtley leigar og tað heldur hon er ein stórur fyrimunur, tí tá kann hon bara ringja eftir fólki um okkurt er galið. Systkini hava gott at bregða til. Mamman, Andrea Splidt á Nesi í Vági, bleiv 101 ár, og ein systir hennara bleiv eisini 100 ár. -Tað er ikki høvuðssakin hvussu leingi man livir, men hvussu man livir, staðfestir 102 ára gamli Jens Pétursson.
  continue reading

51集单集

Artwork
icon分享
 
所有剧集

×
 
Loading …

欢迎使用Player FM

Player FM正在网上搜索高质量的播客,以便您现在享受。它是最好的播客应用程序,适用于安卓、iPhone和网络。注册以跨设备同步订阅。

快速参考指南

边探索边听这个节目
播放